Startskotið er skotið
18 June 2012

Borurin settur í Brugduna 

Deil á Facebook
Sunnudagur 17. juni 2012 - 21:01

Dagurin 17. juni 2012 kann gerast søguligur. Henda dag varð borurin settur í føroysku undirgrundina fyri áttandu ferð – í royndini at finna føroysku oljuna. Boripallurin Cosl Pioneer fer at bora næstu 4 til 5 mánaðirnar. Og í oktober ella november vita vit, um Statoil í síni triðju boriroynd rakar við lønandi oljukeldu og letur upp fyri tí føroyska oljuævintýrinum.

Pallurin kom inn á føroyskt sjóøki í gjár. Fyrireikingarnar hava gingið sum fótur í hosu, og fyrr í dag varð borurin settur í undirgrundina.

Atlantic Airways, sum stendur fyri tyrluflúgvingini til og frá pallinum umframt flutninginum millum Føroyar og Noreg, vitjaði pallin í gjár í sambandi við venjing. 

Oljan.fo, sum fer at fylgja boringini komandi mánaðirnar, kann her vísa fyrstu myndirnar av kinverska boripallinum í føroyskum øki. Tær eru frá Tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways.



Aftur